Føroya Oljusøla í Mykinesgøtu í Havn hevur spesialiserað seg í at rustviðgera og ljóðdoyva elbilar.
Nú elbilar verða fluttir inn í landið í stórum tali, eru tað fleiri, sum eiga hesar bilar, ið ynskja at fáa teir rustviðgjørdar, so teir kunnu standa seg ímóti harða vetrinum.
Men rustviðgerð av elbilum er ikki eins og viðgerð av bensin- og dieselbilum. Har eru onnur ting at taka atlit til. Leidningar millum motorar og battarí skulu dekkast til, eins og onnur støð eru sum ikki skulu sprænast við rustverju av trygdaráum.
Best er altíð at rustviðgera og ljóðdoyva bilin, meðan hann er nýggjur og reinur
Hóast elbilar eru so gott sum ljóðleysir, eru teir ikki altíð so væl doyvdir, so at larmur frá hjólunum hoyrist væl inn í bilin undir koyring. Men, hetta kann gerast nakað við.
Merkasol hevur nevniliga rustviðgerð, sum samstundis er ljóðdoyvandi. Sprænt verður inn undir hjólkassarnar og upp undir botnin, har slepst til. Føroya Oljusøla fær leiðbeining frá Merkasol til hvørt einstakt bilmodell.
Tað er Regin við Skipá, sum stendur fyri Mercasol rustviðgerðini. Regin hevur verið á teoretiskum og praktiskum skeiði hjá Mercasol í Noreg, og verður hann javnan dagførdur við tí nýggjasta frá Mercasol.
Føroya Oljusøla hevur havt vitjan av Ove Johnsen frá Enger & Hedlund í Norra sum umboða Merkasol. Hann hevur lagt teimum lag á viðvíkjandi rustviðgerð og ljóðdoyving av elbilum.
Marner við Skipá, stjóri í Føroya Oljusølu, fekk “Årets Hederpris 2021” frá Norsk Antirustforening við tí grundgeving at Føroya Oljusøla ger eitt fantastiska flott arbeiði.
– Øll eru vælkomin at seta seg í samband við okkum. Vit geva góða kunning, so kundin veit, hvat hann fær, sigur Regin við Skipá, sum stendur fyri rustviðgerðini hjá Føroya Oljusølu.
Rustviðgerð og ljóðdoyving av elbilum