Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur. Hví so er, roynir mýlalívfrøðingur at finna útav.
Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?
Hetta er ein spurningur, sum Marjun á Fríðriksmørk Berbisá, roynir at fáa svaraðan.
Marjun á Fríðriksmørk Berbisá er mýlalívfrøðingur og granskar í tarmsjúkum.
– Tað er ikki eitt einfalt svar, tá tað snýr seg um, hví so nógvir føroyingar hava ilt í búkinum. Men allar kanningar benda á, at arvafrøði, rørsla, matvanar og sálarheilsa spæla ein týðandi leiklut, sigur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá.
Í Føroyum hava vit hægsta títtleika í heiminum, tá tað snýr seg um kroniskar tarmsjúkur. Í morgunsendingini fortelur Marjun á Fríðriksmørk Berbisá um júst henda trupulleikan, sum nógvir føroyingar dragast við.
Í sambandi við Vísindavøku á ferð hevur #Marjun á Fríðriksmørk Berbisá eina framløgu um tarmsjúkur í Føroyum. Hetta er hóskvøldið á Sands Bókasavninum klokkan 18.30. Eisini eru tvær aðrar framløgur á skránni.
Hví hava føroyingar so ilt í búkinum?