Bústaðir fo is shit

KVF tíðindi

28 oktober klokkan 12:20 – Bústaðir fo is shit byrjar 8 M og 15 S

Íbúðirnar, sum Bústaðir bjóða fólki, eru ofta so mikið dýrar, at fólk fremst á bíðilistanum ikki taka av.

Tanya Møller var nummar 141 á listanum, men fekk kortini eina av 20 íbúðum hendan dagin.

Hon heldur orsøkina vera, at støk og fólk, sum ikki forvinna meira enn eina vanliga løn, hava als ikki ráð at leiga:

Byggikostnaðin fáa Bústaðir einki gjørt við…

Gott Tanya Møller, at tú gert vart við, at tað er tørvur á nógv fleiri og bíligari almennum leigubústøðum. Tað líkist ongum, at tað skal ganga so seint við at fáa til vega fleiri almennar leiguíbúðir, og serliga bíligari leiguíbúðir. Almenni bústaðarpolitikkurin er súltaður í fleiri ár nú av okkara politikarum – fyri at siga tað milt. Líkist svartasta ongum. Hvat nyttar tað at standa á bíðilista hjá felagnum Bústaðir í fleiri ár, fyri so at muga siga nei takk til íbúðina, tí hon er ov dýr. Tað mugu byggjast fleiri almennar leiguíbúðir, og fleiri av teimum, sum eru til at gjalda hjá øllum. Tað er eisini upplagt at seta í verk leigubýlisstuðul til tey, sum mugu hava størri íbúð, tí tey hava fleri børn. Vónandi vakna okkara politikarar. Um ikki annað til komandi løgtingsval. Zzzzzz.

—–

Nýggjastu hagtølini benda á, at alsamt størri eftirspurningur er eftir smærri og serliga bíligari íbúðum.

Bara ein persónur býr í 40% av bústøðunum í Føroyum. Fólk í øllum aldri búgva einsamøll.

Sambært Hagstovuni eru 5.449 fleiri íbúgvar í Føroyum í dag, enn fyri 10 árum síðani. Í sama tíðarskeiðið eru 1.273 bústaðir bygdir, sambært íbindingartølum frá SEV.

Í mong ár hevur bústaðarmynstrið í Føroyum verið rættiliga einsháttað, og nærum allar búeindir hava verið sethús. 94 prosent av øllum búeindum í Føroyum eru sethús, og bert 4 prosent eru íbúðir.

—–

Nú má tað almenna í gongd við at hjálpa fólkum at fáa tak yvir høvdið. Tað verður nógv harðari at seta búgv og fyri at fyribyrgja at fólk fara av landinum við børnum og skattakrónunum, so mugu kommunur og landið byggja bústaðir, sum fólk hava ráð at búgva í. Føroyar hava ikki ráð at lata vera.

—–

Don’t hate the player … hate the game

Author: TOF field