Í oktober vórðu 134 nýggj akfør skrásett í Føroyum. Tað er munandi færri enn í oktober í fjør, tá ið 219 akfør vórðu skrásett.
Teir fyrstu 10 mánaðirnar í ár eru tilsamans 1949 nýggj akfør skrásett í Føroyum, upplýsir Akstovan.
Tað eru 506 færri samanborið við sama tíðarskeið í fjør. Tá vóru 2.455 nýggj akfør skrásett fyrstu 10 mánaðirnar í árinum. Afturgongdin er 21 prosent.
Talið av brúktum innfluttum akførum er eisini minkað.
Fyrstu 10 mánaðirnar eru 230 brúkt akfør innflutt, men í fjør var talið 311. Afturgongdin er 26 prosent.
500 færri nýggj akfør í ár