Sum fyrsta fyritøka í Føroyum, og fyrsta norðurlendska flogfelag, er Atlantic Airways nú vorðið partur av Sólblómuskipanini, og flogfelagið kann nú bjóða teimum, ið hava tørv á tí, Sólblómubandið, tá tey skulu ferðast.
Hetta boðar Atlantsflog frá í dag.
Sólblómuskipanin og -bandið stava frá 2016, tá flogvøllurin í Gatwick í London vildi finna útav, hvussu tey kundu geva ferðandi við ósjónligum brekum eina betri og trygga ferðauppliving. Spurningurin var við øðrum orðum, hvussu tað ósjónliga kundi gerast sjónligt.
“Fyrst og fremst skal Sólblómubandið vónandi lætta um ferðina hjá teimum, ið hava eitt ósjónligt brek. Og nú síggja starvsfólk hjá Atlantic Airways á flogvøllinum og umborð á flogførunum beinanvegin, at her er ein, ið kanska tørvar eyka tíð ella hjálp á ferðini,” sigur Kristina Fossaberg, leiðari í sølu- og kundatænastuni hjá Atlantic Airways.
Ósjónlig brek skulu gerast sjónlig umborð á flogførum hjá Atlantsflogi