Tari skal alast á Skálafjørðinum.
Heilsufrøðiliga starvsstova hevur fingið umsókn um loyvi at ala tara undir Lambareiði.
Umsóknin er send til hoyringar hjá Kongshavnar havn og kommunurnar í samstarvinum.
Kongshavnar havnastýri mælir til at loyva taraaling við teimum treytum, at tað verður í samstarvi við aðrar vinnugreinar og, at onkur kann ábyrgdast, um alingin fellur í órøkt.
Hesum tekur Nes kommuna undir við.
Heilsufrøðiliga starvsstova hevur fingið umsókn um loyvi at ala tara undir Lambareiði