Í morgun varnaðist eg eina góða oddagrein. Føroyska, noyðist eg at siga, tí miðlafólk vísa oftast til útlendskar greinar, tá umræður at gera okkurt greitt, ikki minst at brokka seg um, hvar føroysku miðlarnir vóru í hesum føri; og um teir vóru uppá pláss, so var tað heldur ikki gott nokk, tí nú hildu tey við skeivum parti og siteraðu ikki rætta persónin, sum um vitan, samskifti og meiningsdannilsi eru eksakt hugtak, ið ikki eru til diskusjón til nakað høvið.
Føroyska pressan hevur tað ikki gott.
Eitt er at upplagstøl og útgávur eru lægri enn nakrantíð og bara lækka, men til innihalds er langt ímillum, ja eg minnist tað ikki, at innihaldið í einum publiseraðum journalistiskum miðili hevur verið umrøddur fyri tað góða og vælskrivaða innihaldið, ið er eitt fornoyilsi at lesa.
Tað fari eg at gera í dag. At tosa miðilin upp og ikki niður. Ikki fyri pallin, funkur ella app, men fyri innihaldið.
Ingi Samuelsen eigur dagsins tekst, og hann stendur í Blaðnum, sum løgið nokk ikki er eitt blað av teim hondføstu, sum til bera at blaða upp í og sláa flugur við á kommuni í summarhúsinum, men eitt nokkso fjalt digitalt prent á Portalinum, hvønn leygarmorgun klokkan sjey. Opið og púra ókeypis fyri lesaran.
Satt at siga gleði eg meg til hvørja leygardagsútgávu av Blaðnum afturvið morgunkaffinum og nýkeptum morgunbreyði, helst müslibollar, frá Breyðvirkinum í Jónas Bronksgøtu, gamla Aktiv, har tey høvdu ein fullan vegg av útlendskum bløðum, beint við prentsmiðjuna hjá Betuel og leikutoyshandilin hjá Eiriki. Nú er tað alt farið, serliga flottu og stílskapandi útlendsku tónleikabløðini, sum eg sakni.
Men gleðin um oddagreinina í Blaðnum er mær oftast nóg mikið. Oddagreinin, sum eisini verður nevnd leiðari, tí greinin er hin leiðandi á blaðnum og sigur lesaranum, hvat blaðhúsið og redaktiónin heldur um mál, ið eru frammi og hvar á hugsjónarliga hválvinum, vit eru millum útgávurnar.
Tí eru oddagreinar tað mest fyrimyndarliga fakdidaktiska grundarlagið at læra skrivandi næmingin í móðurmálsfakinum at skriva, og skapa ein stíl, eina skriftliga framseting, eitt essay, yvir eitt givið tema við einum hóskiligum vitanarstøði.
Veit ikki, um nakað føroyskt uppslag er um oddagrein sum journalistiskt fyribrigdi, men soleiðis sigur danska Gyldendals Konversations leksikon í 1962, tá journalistikkurin stóð í fagrasta blóma, um leitorðið leder:
Ein góð oddagrein