Føðslutøl um føroyskan mat

Nú ber til at síggja, hvussu heilsugóður føroyskur matur er

Nú ber til at síggja, hvussu heilsugóður føroyskur matur er.

Heilsufrøðiliga starvsstovan hevur gjørt talvu við føðsluvirði, vitaminum og mineralum í føroyskum mati.

Har eru 80 matvørur, so sum sperðil, ræstur fiskur og frystar rabarbur.

Føðslutalvan verður útbygd so hvørt, sum Heilsufrøðiliga starvsstovan kannar føroyskan mat, fær tøl frá teimum, sum gera matvørurnar ella frá aðrari gransking.

Heilsufrøðiliga starvsstovan vísir á, at fyrivarni eigur at takast fyri broytingum í føðsluvirðum, sum komast av árstíð, goymslu og viðgerð.

Tí skulu tølini í føðslutalvuni bara brúkast vegleiðandi og ikki sum endalig virði.

Føðslutøl um føroyskan mat
Author: TOF field