Umhvørvið ávirkar matin vit eta, og matframleiðslan ávirkar umhvørvið. Tað eru óynskt evnir í øllum matvørum sum vit eta. Aldur laksur er nakað av tí sunnasta og tryggasta vit kunnu fáa í okkum, segði hon á eini ráðstevnu sum fóðurframleiðarin Ewos helt í farnu viku.
Eitt annað dømi hon brúkti var nýtslan av antibiotika. Meðan føroyskir alarar fyri langari tíð síðani eru givnir við antibiotika, so brúka norskir alarar framvegis nakað av tí, sjálvt um mongdin er minka munandi seinnu árni.
Graff sigur at tann sum innbillar sær at ein kann eta mat sum ikki inniheldur okkurt evni sum í stórum mongdum gerst eitur, ikki hevur lætt at finna mat.
Link:
Aldur laksur er nakað av tí sunnasta vit kunnu eta