Tað er gott at hava ein vitjunarvin, sum kemur á gátt. Vitjunartænastan hjá Reyða Krossi Føroya hevur ein góðan bólk av vitjunarvinum, sum vitja. Men tørvur er á fleiri fólkum. Vitjunartænastan ynskir fleiri fólk, sum vilja brúka ein til tveir tímar um vikuna til at vitja.
Einsemi hjá eldri fólkum er ofta nakað sum hendir, tá tey ikki longur eru partur av einum virknum lívi uttanfyri heimið. Fleiri sita einsamøll eftir, hava lítla ella onga familju, ella familjan býr uttanlands.
Ynskir onkur at verða vitjunarvinur, set teg í samband við Vitjunartænastuna hjá Reyða Krossi Føroya.
redcross@redcross.fo og tlf. 319630.
Link:
Tørvur er á fleiri vitjunarvinum