Føroyski fiskamaturin væl umtóktur í Danmark

Eg haldi, at øll hava rætt til góðan fisk, havandi í huga, at viðmælt verður at eta fisk fleiri ferðir um vikuna.

Fyri tveimum árum síðani setti hann á stovn felagið Faroefish.dk, ið hevur sum endamál at selja føroyskar fiskavørur til kræsnar gómar í Danmark.

Sum vera man gekst heldur striltið í byrjanini, men sum frálíður er verulig ferð komin á søluna. Hópin av flaki, fiskafrikadellum, knettum, turrum og røstum fiski verður selt til føroysku útistarnar – serstakliga á Fjóni. Eisini danir hava fingið eyguni upp fyri góðu góðskuni í fiskamatinum, og royndir vísa, at hava teir einaferð sett tonnina í fiskin, koma teir aftur.

– Faroefish.dk hevur eina frystigoymslu, og eru tað serliga frikadellur og flak, ið hava størsta áhugan bæði millum føroysku og donsku kundar okkara, sigur Poul Martin Petersen at enda.

Link:
Føroyski fiskamaturin væl umtóktur í Danmark

Author: TOF field