Støðan er nú so hættislig, at allur bjargafuglur í Føroyum átti at verði settur í undantaksstøðu, og øll veiða átti at verði bannað í nøkur ár.
Tað siga teir báðir fuglafrøðingarnir, Sjúrður Hammer og Jens-Kjeld Jensen.
Teir eru væl og virðiliga greiðir yvir, at hetta ikki eru hugalig boð hjá veiðifólki kring landið.
– Men vit skylda okkara eftirkomarum, at vit ikki av berum gáloysni, og líkasælu, oyða lundastovnin undir Føroyum. Tímir, ella torir sitandi landsstýri tímir ikki at taka spurningin upp, vóna vit at onnur, sum geva sær far um føroysku náttúruna, minnast hetta, tá ið valið kemur, siga teir báðir bart út.
Teir vísa á, at støðan hjá lundastovninum er farin frá at vera ring til at vera hættislig orsaka av lundafleygi. Men hóast hetta, nokta myndugleikarnir at friða lundan og tað skilja teir ikki.
Øll fuglaveiða má bannast í nøkur ár