Umframt at Føroya Sjósavni á Argjum hevur nógv forvitnisligt at bjóða teimum, sum vitja inn á gólvið, læra fólk eisini týdningin av at fara væl um náttúru og havøki. Í savninum er nevniliga eitt “fangandi” akvarium við trolpettum, plastfløsku, plastborðiski, plastposa og onkrum jarnbikari til dósamat.
Sagt verður, at tað tekur heili 600 ár hjá náttúruni at beina burtur – ella niðurbróta – eitt trolpetti, 450 ár at niðurbróta eina plast-sodavatnsfløsku, og eini 10-20 ár at niðurbróta ein beriposa úr plasti.
Hetta er talandi og fangandi og sigur okkum, at vit eiga at ansa eftir ikki at lata slíkt fara út í náttúru og havøki. Tíðin tað tekur at niðurbróta plast og annað, ger, at rúgvan av burturkasti í umhvørvinum er vorðin øgilig, sum árini eru gingin.
Tekur 600 ár at niðurbróta trol