Eingin kann áhaldandi hava umsorgan fyri øðrum uttan eisini at hava umsorgan fyri sær sjálvum. Soleiðis ljóðar yvirskriftin í faldaranum “avvarðandi hjá fólki við sálarsjúku”
Psykiatriski depilin á Landssjúkrahúsinum bjóðar undirvísing til avvarðandi, í depressión, psykosu og skizofreni, umframt persónleikaólag. Fyrst verður byrjað við undirvísing fyri avvarandi hjá fólki við depressión.
Maria Andreassen Hentze og Eydna Iversen Lidenskov greiddu frá møguleikanum fyri undirvísing. Tær arbeiða báðar á psykiatriska deplinum sum sjúkrarøktarfrøðingar, men Maria er eisini avvarðandi.
Tað kann gera so stóran mun, um tey avvarðandi hava innlit í sálarsjúkuna hjá tí, sum er sjúkur ella hevur verið sjúkur. Tað kann fyribyrgja at depressiónin kemur aftur, um tey avvarðandi vita hvussu tey skulu vera um tann, ið er sjúkur.
Avvarðandi kunnu fyribyrgja depressión