Tað er so sára týdningarmikið fyri okkum, at øll skulu kenna seg trygg í Føroyum, líkamikið hvar tú býrt, sigur Niels Erik Nymark Jensen.
Tá ein maður byrjaði at hótta fólk eftir lívinum úti í Mykinesi, hevði løgreglan eina rára avbjóðing. Eingin løgreglumaður er í oynni, so fólk má flúgvast út hagar. Av tí at hetta var sunnudagur var hetta lættari sagt enn gjørt. Harumframt vóru hóttanirnar av so grovum slag, at avgjørt var at ringja eftir serdeildini hjá løgregluni.
Fráboðanin úr Mykinesi kom klokkan 12.44 og klokkan 13.21 var avgerð tikin um at boðsenda serdeildini. Klokkan 14.32 var serdeildin klár at fara av Boðanesi og klokkan 14.47 lendi tyrlan í Mykinesi. Klokkan 14.55 byrjar serdeildin at ganga gjøgnum bygdini í leitan síni eftir manninum og klokkan 15.06 verður hann handtikin.
– Hóast fólk býr á útoyggjunum, har vit ikki hava nakra dagliga nærveru, skulu tey vita, at vit koma so skjótt vit kunnu, sigur Linda Margrethe Hesselberg, ákæri, sum rósar løgregluni fyri, at hon megnaði at gera so skjótt av í gjár.
– Minst til, at menninir í serdeildini eru spjaddir um alt landið og skulu hava tíð at koma til Havnar eisini, sigur hon.
Øll kunnu kenna seg trygg