Hans Johannesen úr Vestmanna, ella Hans hjá Ibbe sum vestmenningar siga, misti sum blaðungur umborð á skipi fýra fingrar á høgru hond og fekk stóran skaða í hina, tá hann kom fastur í veirin.
Kortini hevur hann ikki staðið aftanfyri aðrar, men tvørtur ímóti havt eitt sera virkið arbeiðslív. Hann hevur klintrað í bjørgunum, verið seyðamaður, róð út og fingist við nógv annað vinnuligt virksemi.
Studning og hjálp hevur hann ongantíð vilja vita av eftir skaðan, tí, sum hann sigur, ‘fái eg studning, so kann eg onki gera’.
Umframt samrøðu við Hans er eisini prát um altjóða kvinnudagin, sum er í dag.
Tað ræður um at duga at brúka tað sindrið mann hevur