Barnaverndarstova Føroya sóknast eftir familjum í høvuðsstaðnum, sum vilja taka á seg at verða fosturforeldur hjá børnum í styttri ella longri tíð. Talan kann antin vera um umlætting í nakrar dagar í senn, til dømis í vikuskiftum, ella at hava børn búgvandi hjá sær í longri tíð – ofta í fleiri ár. Hetta skrivar Tórshavnar kommuna á heimasíðu síni í dag.
At vera fostur- og umlættingarforeldur kann vera ein stór avbjóðing, men tað ger eisini gerandisdagin ríkari. Við at lata heimið upp fyri einum barni og geva tí tryggleika og umsorgan, kunnu fosturforeldrini gleðast um at síggja tað vaksa og mennast.
Tørvur á fosturforeldrum í høvuðsstaðnum