Fimm ung fólk eru flutt inn á nýggja bú- og viðgerðarstovnin hjá Almannaverkinum fyri ung við sálarsjúku.
Endamálið við bústovninum er at skipað soleiðis fyri, at tey ungu fáa eitt so vanligt gerandislív sum gjørligt.
Tílíkt tilboð hevur ikki verið tøkt áður, og ofta hevur einasta hjálpin fyri mong verið, at tá ringast hevur staðið til, ein innleggjan á opnari ella afturlatnari deild á psykiatriska deplinum.
Sjúkurnar, ið tey ungu dragast við, hava stóra ávirkan á gerandisdagin, og tí er neyðugt at byggja gerandisdagin upp av nýggjum. Á stovninum verður tí arbeitt miljøterapeutiskt við teimum ungu, ið ítøkiliga merkir, at arbeitt verður við øllum frá seingjartíðum, at rudda eftir sær sjálvum, reinføri og annars at taka lut í øllum uppgávum, sum hoyra til fólk í tí aldrinum, ið tey ungu eru.
Fimm ung fólk flutt inn í nýggja stovnin fyri ung við sálarsjúku