Eingin høsnarungi, eingin stórur, saftigur búffur, einki egg, einki fiskaflak og heldur eingin mjólk.
Soleiðis sær kosturin út hjá teimum fólkunum, sum eta veganskt. Tað merkir tó ikki, at tey ganga svong og einki eta, tí mat, tað fáa tey. Maturin er bara nokkso nógv øðrvísi enn tann maturin, flest onnur okkara eta.
Veganarlívsstílurin vindur meir og meir upp á seg í londunum rundan um okkum, og tað eru eisini føroyingar, sum eru veganarar.
Guðrun Mortensen og Una Nielsdóttir Galán liva veganskt. Tað vil siga, at tær eta einki, ið kemur frá djórum og brúka heldur einki, sum hevur havt við djór at gera.
– Tað byrjaði við, at eg las okkurt á netinum um veganarar, og onkursvegna gav tað bara meining. Eg elski djór og havi bara ikki hug at eta tey. Harafturat snýr hetta seg eisini um at eta heilsugott og hugsa um umhvørvið, so tí eri eg veganari, sigur Guðrun Mortensen.
Hugsa um heilsuna, djórini og umhvørvið