At ræna havhestaegg.
Tað skal eftir ætlan verða eitt ferðavinnutilboð í Fugloy.
Símun Gullaksen eigur og rekur Uppistovugarðin í Hattarvík og er maðurin, sum hevur fingið hugskotið til nýggja ferðavinnutilboðið.
– Tað verður tosað nógv um at menna ferðavinnuna í Føroyum, og eg haldi, at hetta er eitt konsept, sum vit eiga at royna, sigur Símun Gullaksen.
Í hesum døgum arbeiðir hann saman við fleiri øðrum við at menna hugskotið at bjóða ferðafólki við í Eystfelli í Fugloy at ræna havhestaegg.
– Gongst sum ætlað, fara vit at bjóða bæði føroyingum og útlendskum ferðafólkum við okkum at ræna egg í mai mána næsta ár, sigur Símun Gullaksen.
Link
Bjóða ferðafólki við at ræna havhestaegg