Hildið verður, at umleið ein av tíggju stríðist við angist onkuntíð á lívsleiðini, men Gurið Simonsen hevur varhuga av, at veruliga talið er størri.
At ansa eftir sær sjálvum, fáa nóg mikið av svøvni, ikki drekka ov nógv alkohol og sleppa undan strongd eru øll hyggjuráð, um tú kennir á tær, at tú stúrir.
Gurið Simonsen brúkar sjálv fjølbroyttar viðgerðarhættir, tá hon arbeiðir við fólki, ið hava angist. Menniskju eru ymisk og samansett, og tí verður arbeitt við ymiskum amboðum.
Angist kann koma á øll